Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kunnandi tiltak um lesnað uttanlands

Jóhann Lützen

Mánadagin 2. august skipar BankNordik fyri ókeypis kunnandi tiltaki í Biskopstøgarði í Klaksvík. Tiltakið er ætlað teimum, sum skulu niður at lesa og vilja hava praktiska kunning í sambandi við flytingina.

Á tiltakinum fara lesandi m.a. at greiða frá teirra sosialu upplivingum og lestrarlívi, umboð frá Ráðgevingini fyri føroyingar í Danmark og Vegleiðing- arstovuni fara at geva nøkur góð ráð um, hvussu tey ungu á bestan hátt kunnu fyrireika seg áðrenn flytingina, og BankNordik fer at tosa um tann fíggjarliga partin av flytingini. Á tiltakinum verður eisini møguleiki at seta luttakarunum spurningar.

BankNordik bjóðar sandwich og djús og eisini verður livandi tónleikur við Heiðriki og Leu.

Hvør luttekur?

–  Vegleiðingarstovan/Talgildu Føroyar
–  Ráðgevingin fyri føroyingar í Danmark
–  Føroyskir útisetar á løgfrøði
–  Føroysk læknalesandi í Szczecin
–  BankNordik

Meira kunning og tilmelding er á www.banknordik.fo/uttanlands