Broyting av umhvørvisflokking í býarskipanini og byggisamtyktini fyri C2 øki, matr. nr. 193e og 193d í Norðragøtu.
Við heimild í Løgtingslóg nr. 13 frá 21. mai 1954 um býarskipan og byggisamtykt, seinast broytt við Løgtingslóg nr. 19 frá 18. mars 2013, verður við hesum uppskot til broyting í almennu byggisamtykini fyri Eysturkommunu framlagt til alment eftirlit.
Broytingin er løgd fram til almenna eftirskoðan í vanligu upplatingartíðum frá 6. juni 2016 til og við 27. juni 2016 á kommunuskrivstovuni.
Lysing av verandi byggisamtykt:
Matr. nr. 193e og 193d er øki beint innanfyri rundkoyringina til Fuglafjarðarvegin og Leirvíkar-vegin inn til Leirvíkstunnulin. Verandi ásetingin fyri C2 økið hevur umhvørvisflokking 2 og 3.
Lýsing um broytingina í byggisamtyktini:
Broytingin í Norðragøtu fevnir um vinnuøki C2 sum fær nýggja umhvørvisflokking 4, sum heimilar at hava bilverkstøð við sproytikabinu á økinum.
Møgulig mótmæli og/ella broytingaruppskot skulu skrivliga verða kommunuskrivstovuni í hendi í seinasta lagi fríggjadagin 15. juli 2016.
Eysturkommuna
02. juni 2016




