Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kunngerð um ferðslu á Summar Festivalinum

Klaksvíkar Kommuna

Meðan Summar Festivalurin er, verður ferðslan kring miðbýarøkið í Klaksvík umskipað.

Meðan Summar Festivalurin er, verður ferðslan kring miðbýarøkið í Klaksvík umskipað.

Fyrireikingarnar byrja mánadagin 5. august og verður øll vika 32 merkt av umleggingum

av ferðsluni

Mánamorgunin 12 .august kl. 6.00 verður ferðslan aftur sum vanlig

Bøgøta: Millum Oman Eið og Fossagøtu: Einvegis norðureftir – Frá Fossagøtu og norðureftir: Ongin ferðsla

Nýggivegur: Millum Fossagøtu og Oman Eið: Eivegis suðureftir

Gerðagøta: Frá rundkoyringini til Jógvan Waagsteinsgøtu: Ongin ferðsla

Heygavegur: Millum Ziskagøtu og Gerðagøtu: Einvegis suðureftir

Uppsalagøta: Millum Vágstún og vegkrossin Uppsalagøta/Nýggivegur: Ongin parkering

Skúlavegur: Gjøgnumkoyrandi – ongin parkering framvið vegsíðuni

Busssteðgistøð: Steðgistøðini hjá Bygdaleiðum eru flutt til Varpabrúnna og Skúlaveg

Húsvognar: Loyvt er ikki at parkera húsvognar á almennum parkeringsøkjum ella framvið almennum vegi.Norðoya Kunningarstova ávísir pláss til húsvognar – telefon 456939 ella info@klaksvik.fo

Húsvognaøkið: Tilkoyring til økið í miðbýnum er frá Klaksvíksvegi og annars sæmbart orange punkteraðari linju á kortinum

Hýruvognaparkering: Frá íbindingini Tingstøðin/Biskupsstøðgøta og norðureftir Biskupsstøðgøtu á økinum vestanfyri Gamla Kirkjugarð

Neyðug skelti verða sett upp

Klaksvíkar Býráð, Ferðslunevndin

www.klaksvik.fo