Nú er fyrsta tilgongdin kunngjørd.
Tað var síðst í desember, at Norðlýsið skrivaði, at KÍ vísti áhuga fyri fyrrverandi U21-landsliðsmálverjanum. Nú hevur 23 ára gamli málverjin skrivað undir við KÍ.
KÍ skrivar:
Rói M. Hentze er KÍ leikari
KÍ hevur nú kunngjørt fyrsta nýggja leikara, til komandi kappingarár
Tað hevur ljóðað í eina tíð, at Rói og KÍ hava havt samráðingar. Í dag kunnu vit so endiliga boða frá, at Rói er okkara.
Rói er 22 ára gamal, og hevur áður umboðað B36 og B68.
Hjartaliga væl komin til KÍ!



