Í apríl 2013 vóru Jón Sigfusson, deildarstjóri á Rannsóknir & Greining í Reykjavík, og Firous Gaini, mannfrøðingur, í Klaksvík og løgdu fram úrslit av ungdómsgranskingini “Ungt fólk”, sum er framd í Íslandi síðani 1992 og í Føroyum í 2012.
Í apríl 2013 vóru Jón Sigfusson, deildarstjóri á Rannsóknir & Greining í Reykjavík, og Firous Gaini, mannfrøðingur, í Klaksvík og løgdu fram úrslit av ungdómsgranskingini “Ungt fólk”, sum er framd í Íslandi síðani 1992 og í Føroyum í 2012.
Síðani vitjanina hevur Klaksvíkar Kommuna samskift við Jón Sigfusson um eitt møguligt samstarv um ungdómsgransking her í kommununi, og í apríl 2014 varð samtykt, at kommunan verður við í ungdómsgranskingini Youth in Europe (YiE) í 2014. Henda gransking verður framd annað hvørt ár.
Vita heldur enn at gita
Í londunum uttan um okkum er rákið, at gransking liggur til grundar fyri teimum inntrivum, sum verða sett í verk. Eitt tað mest týdningarmikla við granskingini er, at vit fáa møguleika til at fara frá at gita til at vita.
Í stuttum snýr tað seg um at útvega kvalifiseraða vitan um, hvussu trivnaðurin hjá ungdóminum er. Eitt nú hvussu virkin tey eru í skipaðum frítíðarvirksemi, hvussu sambandið er við foreldrini, hvussu teirra nýtsla av sigarettum, alkohol og øðrum evnum er, og hvussu hesi tingini hanga saman og ávirka hvørt annað.
Sostatt kann granskingin útvega viðkomandi og týðandi vitan um umstøður, virksemi og trivnað teirra.
Um tað vísir seg at verða neyðugt, so skuldi granskingin somuleiðis givið góðar fortreytir fyri at kunna seta í verk neyðug og hóskandi inntriv fyri at betra um trivnaðin og stimbra menningina av ungdóminum í Klaksvíkar Kommunu.
Tonja Ziskason er verkætlanarleiðari fyri ungdómsgranskingina í Klaksvíkar Kommunu, sum verður skipað í samstarvi við íslendska granskingarstovnin og við skúlaleiðslurnar.
Kanningin fer fram um mánaðarskiftið oktober/november
Næsta stig í ungdómsgranskingini verður tikið um mánaðarskiftið oktober/november. Næmingarnir í 9. flokkunum í Skúlanum við Ósánna og Skúlanum á Ziskatrøð fáa tá spurnarblað at fylla út.
Granskingarúrslitini frá YiE fyriliggja vanliga umleið 3 mánaðar eftir, at kanningarnar eru gjørdar, so tey geva ein rímiliga feska mynd av her og nú støðuni. Tá fáa skúlarnir og avvarðandi myndugleikar eina skrivliga frágreiðing um úrslitini.
Sostatt kann roknast við, at úrslitið av hesi kanningini verður greitt og kann leggjast fram í februar 2015.
Vinarliga
Jógvan Skorheim
Borgarstjóri
Jóhann Lützen
Nevndarform. Børn & Ung
Tonja Ziskason
Toymisleiðari Børn & Ung




