Harley
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kunningarfundur fyri komandi næmingum verður mikukvøldið 19. juni kl. 19

Jóhann Lützen

Fundurin er serliga ætlaður komandi næmingum og foreldrum teirra

 

Mikukvøldið 19. juni frá kl. 19 til 20 verður kunningarkvøld á TSK.

Kvøldið er ætlað næmingunum, sum skulu byrja á Tøknibreytini (vanlig leið og ítróttar- og heilsuleið) eftir summarfrítíðina. Foreldur og avvarðandi eru eisini vælkomin.

Vit hava sett hesi evni á skrá:

  • Hvussu søkja tit um studning
  • Hvussu søkja tit um bókastuðul
  • Hvussu søkja tit um ferðakort
  • Skúlaheimið
  • Skema til komandi skúlaár
  • Hvar síggja tit skúlating og annað.

Eftir hetta verður høvi at hitta lærarar og aðrar næmingar.

Skúlin bjóðar kaffi og okkurt søtt afturvið.