Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kunningarfundur um sýn og krøv til vinnuligar útróðrarbátar í bólki 5A og 5B

Uttanríkis- og vinnumálaráðið

Uttanríkis- og vinnumálaráðið hevur seinasta árið viðgjørt fleiri fyrispurningar viðvíkjandi sýn og krøvum til útróðrarbátar. Uttanríkis- og vinnumálaráðið ynskir, at ivamálini verða nærri lýst og umrødd saman við viðkomandi pørtum og bjóðar tí til almennan fund um sýn og krøv til útróðrarbátar serliga ætlaður vinnuligum útróðrarbátum í bólki 5A og 5B

 

Fundurin verður í Bakkastovu, Bryggjubakki 14, tann 22. august 2024 klokkan 10-12.

Landsstýrismaðurin í uttanríkis- og vinnumálum bjóðar vælkomin. 

Fyrra helvt av fundinum snýr seg um Fráboðan F og krøv til konstruktiónina á útróðrarbátum. Sjóvinnustýrið leggur fram og høvi verður at seta spurningar og at umrøða krøvini. 

Seinna helvt av fundinum snýr seg um, hvussu Sjóvinnustýrið fremur sýn sambært Fráboðan F. Høvi verður at seta spurningar og kjak.

Vónandi verður væl møtt til fundin.