Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kunningarskiv um broytingar á Leirvíksfjarðarleiðini

Oliver Joensen

Strandferðslan hevur ímorgun sent Norðlýsinum soljóðandi tíðindaskriv, sum vit her endurgeva í fullari longd.



 
 


Strandfaraskip Landsins vóru álagdar munandi skerjingar í samband við fíggjarlógina 2003. Ein beinleiðis avleiðing av hesum skerjingum er, at Dúgvan eftir ætlan verður tikin úr sigling um Leirvíksfjørð fyrst í apríl mánaði soleiðis, at Ternan og Sam framyvir fara at røkja leiðina. Í mun til verandi skipan, fer nýggja skipanin væntandi at spara Strandferðsluni umleið 1,8 mio krónur í ár. 
Strandfaraskip Landsins hava seinastu tíðina havt samskifti við Vinnulívsráðið í Klaksvík fyri at finna møguligar loysnir um Leirvíksfjørð, sum kunnu gagnnýta verðandi fíggjarkarmar í størst møguligan mun. Strandferðslan skilir, at góðskan á sambandinum um Leirvíksfjørð er av alstórum týdningi fyri vinnulívið og Norðoyingar sum heild. Tað vísir seg tíverri ikki at verða møguleiki fyri at finna loysnir, sum nøkta um metta tørvin hjá vinnulívinum í Norðoyggjum við verðandi fíggjarkarmi. 
Strandferðslan harmast um, at nýggja skipanin um Leirvíksfjørð fer at føra við sær, at fólk mugu sigast úr starvi.



Vegna Strandfaraskip Landsins
Kristian Davidsen, stjóri