Kate Hammer, sum hevur arbeitt í Kunningarstovuni í Klaksvík síðani 2011, og sum seinastu fýra mánaðirnar hevur verið sett sum fyribils leiðari, avgjørdi ikki at søkja starvið sum leiðari á Kunningarstovuni.
Vit fingu eitt prát við Kate Hammer, um sumarið, sum júst er farið aftur um bak. Men sjálvandi fregnaðust vit seinini um hví Kate Hammer avgjørdi ikki at søkja stjórastarvið.
Nei, sigur Kate Hammer, tað líkasum hóskar ikki inn í familjumynstrið hjá mær. Eg segði at eg havi arbeitt her síðani 2011, men sigast skal eisini at eg havi verið í barsil í 8 mánaðir av tíðina, og nú standi eg fyri afturat fara í barsil. Eg haldi ikki at eg havi orku til eitt krevjandi leiðarastarv á Kunningarstovuni júst nú.
Mær hevur dámt ótrúliga væl at arbeitt her hesa tíðina, skal eg skunda mær at siga. Tann, ið verður settur, fær eitt spennandi starv, um so er, at viðkomandi vil seta tað tíð av, sum krevst, tí nógv er sum skal takast hond í, nú bygnaðarbroytingar innan føroysku ferðavinnuna liggja fyri framman.
Væleydnað summar
Rundan um Kunningarstovuna hevur verið eitt vælvirkandi toymi í summar. Vit hava haft Finn Johannesen, sum samskipara í komunu regi, og harafturat hava vit samstarva neyvt við Heimavirkið og Bókasvanið, sum eisini eru her á staðnum,. Harafturat hevur Tortið, við Sonju Fuglø og øðrum verið ein sera sjónligur og gagnligur partur av tiltøkunum, ið vit í samstarvi hava gjørt í samband við Ferðamannaskipavitnaninar í summar.
Ferðamannaskipini
Ikki at siga tær, so hava stóru ferðamannaskipini, sum hava vitjað í Norðhavnini í summar kravt nógva orku av Kunningarstovuni.
Ofta verður sagt, at ferðamannaskipini geva lítið av sær, og kanska serliga handilslívið fær ikki so stórar inntøkur hagani. Men ferðamannaskipini leggja eisini pening eftir seg. Serliga eru tað incomingfeløgini, ið hava selt sínar útferðir til ferðafólkini áðrenn hesi eru farin heimanífrá, sum fáa tað mesta burturúr. Men tiltøkini hjá okkum hava víst, at ”leysgangararnir”, ella tey ferðafólkini, sum ikki hava bílagt sær nakað, men sum koma heim á Biskupstøð, leggja altso eisini pening eftir seg.
Eitt nú bjóða vit útferðir við taksabilum, til Viðareiðis, til Gjáar og til Kirkjubøar og Havnar. Túrarnir liggja ímillum 1600 og 2600 krónur fyri hvønn túrin, og tað hevur víst seg at vit hava ikki megna at fingið nóg mikið av taksabilum. Eisini hava vit bjóða styttri busstúrar til hesi fólkini og tað hevur eisini verið eftirspurningur eftir tíð.
Harafturat hava vit útvega leigubilar til ferðafólk av ferðamannaskipunum og tað hevur eisini givið Kunningarstovuni nakað av inntøku.
Eg haldi, sigur Kate Hammer, leiðari á Kunningarstovuni í Klaksvík, at Kunningarstovan hevur duga at lagað seg eftir ti ferðafólkini av ferðamannaskipunum spyrja eftir.
Tað hevur nevniliga víst seg, at fleiri og fleiri av gestunum hjá Ferðamannaskipunum venda sær til okkara áðrenn tey fara heiman ífrá. Tey googla helst bara Klaksvík og finna fram til okkara, so spyrja tey typiskt, ”Eg komi á Norðhavnina, tann og tann dato, havt kann eg síggja og hvussu kann eg koma fram og hvøri tilboð eru”. Slíkar fyrispurningar hava vit nógvar frá nú av og fram eftir og hesir fyrispurningar gerast alsamt vanligari.
Onnur ferðafólk
Tá ið tað kemur til onnur ferðafólk, tá er uppgávan hjá okkum fyri tað mesta at vísa á matstøð í býnum, kirkjuna, Fornminnissavnið og annað, sum ferðamaðurin hevur áhuga fyri.
Dragin hevur verið tøkur hvønn fríggjadag í summar, og tá nóg nógv hava tekna seg, so hevur verið siglt, norður á Kalsvík ella suðureftir. Alfa Pilot hevur gjørt onkran túr í Enniberg og onkrir fiskitúrar hava verið gjørdir.
Kunningarstovan hevur havt umleið 20 summarhús at leiga út. Tey hava fyri størsta partin verið útleigaði til føroyingar, sum ferðast í egnum landi. Stórur partur av útleiðingarmøguleikunum er í Klaksvík, og føroyingarnir vilja ofta búgva her, men útlendski ferðamaðurin vil ofta heldur út á tær smáu bygdirnar í Norðoyggjum at búgva. Prísurin á summarhúsunum liggur frá 600 krónum fyri náttina upp í 1100 krónur, alt eftir stødd á húsunum.
Archi’s Cafe, her á loftinum hevur eisini verið eitt íkast, sum ferðafólkini hava kunna gjørt sær dælt av. Vit hava havt tráðleyst net her, so fleiri hava brúkt møguleikan at sitið á cafeini við einum kaffimunni og onkrum afturvið, ímeðan tey kekka mail ella skriva heim, tað hevur rigga sera væl. Pecha Kucha slideshow framløturnar hava eisini verið væl vitjaðar, hetta hevur verið eitt spontant summarátak hjá okkum.
Tá eg spyrjið Kate Hammer um peningaligu støðuna hjá Kunningarstovuni, myrknar andlitið eitt sindur, men hon sigur, at Visit Faroe Islands hevur latið 240.000 krónur til Kunningarstovuna, Klaksvíkar Kommuna 240.000, men í tí hjá kommnuni verður húsaleiga, hitið, el og annað roknað av , tá peningur skal gjaldast út, men jú, vit faa eitt beløb um mánaðin frá komununi eisini. Hinar kommunurnar í Norðoyggjum stuðla eisini kunningarstovuni. So hava vit inntøkur frá ymiskum øðrum, so alt í alt liggur inntøkan hjá Norðoya Kunningarstovu um 1,1 millión og tað hevur ikki víst seg at verið nóg mikið.
Sum tú óivað sært, so verður tað fíggjarliga ein uppgáva hjá nýggja stjóranum. 9 umsóknir eru til stjórastarvið og tað verður sett ein av fyrstu døgunum, sigur Kate Hammer, leiðari á Norðoya Kunningarstovu at enda.




