Sunnudagin 25. mei kl. 14.00 skipar Kunningarstovan í Klaksvík fyri gongutúri á háskúlatoftirnar.
Í tíðindaskrivi til Norðlýsið sigur Kunningarstovan at fari verður av Hálsinum kl. 14 og gingið verður oman í Føgrulíð har Jógvan Ravnsfjall frá Norðoya Fornminnasavni sigur frá. Gingið verður aftur til Klaksvíkar runt Klakkin.
Fólk verða vinarligast biðin um at hava etandi og drekkandi við sjálvi og kostnaðurin fyri túrin er 30 kr. fyri hvønn.




