Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kunningartiltak á Klaksvíkar Bókasavni

Tíðindaskriv

Týskvøldið 26. februar kl. 19 verður skipað fyri kunning um útbúgvingarnar á Setrinum á Klaksvíkar Bókasavni

Týskvøldið 26. februar kl. 19 verður skipað fyri kunning um útbúgvingarnar á Setrinum á Klaksvíkar Bókasavni

Fríggjadagin 15. mars er umsóknarfreist til at søkja inn til lestur á Fróðskaparsetur Føroya eftir kvotu 2. 

Kvota 2 er møguleikin hjá teimum, har miðaltalið í gymnasiala miðnámspróvnum ikki er nóg gott ella har umsøkjari hevur annað javngott prógv á sama stigi ella hægri. Tá verða eisini aðrir førleikar enn gymnasialt miðnámsskúlaprógv tiknir við í metingina.

Í hesum sambandi verður skipað fyri kunning um útbúgvingarnar. Í Klaksvík verður kunning týsdagin 26. februar. Um dagin verður kunning fyri næmingum á miðnámsskúlanum og um kvøldið kl 19 verður almenn kunning fyriskipað á Klaksvíkar Bókasavni kl 19. Her fáa fólk høvi at hoyra nærri um útbúgvingarmøguleikar á Setrinum til heystar. Í ár er møguligt at søkja inn á 7 ymiskar útbúgvingar á Setrinum. Hesar eru:

•    Lærari

•    Námsfrøði

•    Sjúkrarøktarfrøði

•    Sosialvísindi og samfelagsplanlegging

•    Politikkur og umsiting

•    Søga

•    Føroyskt

Altjóða Skrivstovan á Fróðskaparsetri Føroya luttekur eisini við kunning um kvotu 2 umsóknir til upptøku til lestur í Danmark.

Nærri kunning um upptøku 2013 og útbúgvingarnar eru at finna á setur.fo.