Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kunningartiltak í EIK í Klaksvík

John William Joensen

Í annaðkvøld kl. 20 skipar EIK Banki fyri kunningartiltakið um realkredittfígging til bústaðir

Realkredittlán til bústaðir" er evnið á kunningarkvøldum, sum Eik skipar fyri kring landið komandi vikurnar. Tiltøkini eru almenn, og øll eru vælkomin.

Støðugt fleiri velja realkreditt til síni hús ella íbúð, og nú hava øll kjansin at fáa innlit í, hvussu bústaðurin kann fíggjast við einum realkredittláni frá Eik. Eisini fæst at vita, hvør munur er á realkredittláni og vanligum 1. veðrættarláni.

Skrá fyri kvøldini:

– Hetta er realkreditt

– Ymsu sløgini av realkredittlánum

– Kundi greiðir frá sínum royndum við realkredittláni

– Rentugongdin frameftir

– Spurningar frá áhoyrarum

– Drekkamunnur

Tíð og stað
17. febr. kl. 20 hjá Eik í Klaksvík
19. febr. kl. 20 hjá Eik í Miðvági
25. febr. kl. 20 hjá Eik á Sandi
4. mars kl. 20 hjá Eik á Tvøroyri

Kundatænastan
Tel +298 348 000