Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kunningartiltak um vinnuferð til Kina

Helgi Abrahamsen

Hósdagin 22. september klokkan 15 skipar Vinnuhúsið fyri einum kunnandi tiltaki um vinnuferð til Kina.

Hósdagin 22. september klokkan 15 skipar Vinnuhúsið fyri einum kunnandi tiltaki um vinnuferð til Kina.

Tað var fríggjadagin at Uttanríkis- og vinnumálaráðið boðaði frá, at Poul Michelsen, landsstýrismaður, fer at standa á odda fyri einum føroyskum sendiliði, sum í døgunum 31. oktober til 4. november, fer til Kina á vinnuferð.

Kunningartiltakið hjá Vinnuhúsinum fer í høvuðsheitum at snúgva seg um ætlanina við ferðini, royndir ið føroyingar fyrr hava havt við Kina, og eitt sindur um kinesiska mentan umframt annað viðkomandi.

“Arbeitt verður í løtuni við at fáa skránna fyri vinnuferðina uppá pláss. Miðað verður eftir, at luttakandi fyritøkurnar fáa høvi at mynda vinnuliga partin av skránni, um tær hava áhuga fyri tí,” skrivar Vinnuhúsið á heimasíðu síni.

Kunningartiltakið er ókeypis, men áhugað skulu boða frá luttøku á industry@industry.fo í seinasta lagi mikudagin 21. september.

Harleyfacadeacryl