Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kunnu tit rúma hesum á tykkara portalið

Rúni Thomsen

Suðuroyggin er aftur sparkað aftur í farnu øld, tá tað kemur til breiðbandsferð. Fyri viku síðani fór kaðalsambandið og alt samskifti eg tí aftur koyrt umvegis tráðleyst samband.

Suðuroyggin er aftur sparkað aftur í farnu øld, tá tað kemur til breiðbandsferð. Fyri viku síðani fór kaðalsambandið og alt samskifti eg tí aftur koyrt umvegis tráðleyst samband.

Hetta er ikki nøktandi í 2015, tá vit brúka breiðband meira og meira í dagligdegnum. Og tí vilja vit krevja at avvarðandi myndugleiki fer inn og veitir trygd fyri at nú verður kaðalsambandið gjørt so at tað kann halda til føroyska veðrulagið.

Í øðrum lagi krevja vit at avvarðandi myndugleiki kann fara inn og tryggja at kundar, sum ikki fáa tað tænastu, sum teir gjalda fyri, fáa ein avsláttur í gjaldinum.

So sum støðan er í løtuni, so koyrir ferðin bert við uml. 10% av tí, sum goldið verður fyri, tá nógv trýst er á.

Øll kunnu fara inn og vísa sín stuðul og sína ónøgd, við at fara inn á http://www.skrivunder.net/vantandi_breidband og skriva undir á síðuni.

Fyrireikari

Rúni Thomsen