Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kunnu væntandi spæla Europa fótbólt í Klaksvík í 2020

Jákup Ósá

Í løtuni er nógv virksemi við Djúpumýru. Endamálið er at fáa vøllin góðkendan til at spæla dystir í Europa kappingum.

Tummas Lervig, formaður í KÍ, segði við KVF í dag, at í løtuni verður arbeitt við at gera umstøðurnar við Djúpumýru soleiðis, at hann kann liva upp til treytirnar at spæla Europa fótbólt. Tað merkir m.a., at nøkur áskoðarapláss eru horvin, tí bandarnir eru tiknir niður. Umklæðingarrúmini vera tó ikki klár, fyrr enn nýggja skýlið er liðugt. Tummas Lervig sigur, at málið er, at kunna spæla heimadystir í Europa kappingum í Klaksvík í 2020. Til tað krevst sjálvsagt fyrst, at KÍ spælir seg til eitt av teimum fýra Europa plássunum.

 

Graslíkið við Djúpumýru verður skift í summar.

Harleyfacadeacryl