Vit hava aftur verið við myndatólinum á Kunoyarvegnum og nú kl. 21.00 vórðu teir liðnir at grava ígjøgnum.
Ernst Vágsgarð, formaður hjá LV, tók ímóti okkum og segði okkum, at Kunoyarvegurin verður ikki opin aftur fyrr enn ímorgin sunnudagin. Vit fara nú at leiga bilarnar ígjøgnum, sum hava staðið og bíða síðani kl. 16 ídag og so verður vegurin stongdur.
Tað liggur so stórur skalvur omanfyri vegin, at ikki er ráðiligt at koyra eftir vegnum í nátt. So skjótt tað lýsir ímorgin, fara vit undir at tryggja vegin aftur og at hyggja eftir lendinum omanfyri. Ernst Vágsgarð metir, at einir 200 metrar av bilverjuni er farin fyri skeyti. Hann sigur eisini, at benið, omanfyri vegin, man vera einar 10-12 metrar høgt.
Tað vóru ikki trý, men tvey lop, sum komu oman á vegin, triðja lopið rakti ikki vegin.
Men, sum sagt, vit meta støðuna vera somikið hættisliga, at vegurin verður ikki latin uppaftur fyrr enn einaferð ímorgin, sunnudagin.




