Í blaðnum ídag, er lítil kunngerð undir Neystunum, har boðað verður til ræstkjøtveitslu í bygdarhúsinum í Kunoy.
Orsøkin til innbjóðingina er, at kunoyingar hava hug at blása eitt sindur meira lív í Andrasmessudagin, sum teir hvava hildið í fleiri ættarlið.
Tað var nevniliga soleiðis, at tá almanakkin bleiv broyttur fyri mongum árum síðani, varð Andrasmessa flutt til 30. november. Frammanundan hevði hon verið hildin 11. desember.
Kunoyingar brúktu henda dagin til at fara hús úr húsi við limum av uppflettingini og eisini var skikkur at kóka ræst kjøt henda dagin.
Sjálvt um álmanakkin bleiv broyttur løgdu kunoyingar ikki skikkin av og hava hildið 11. desember Andrassarmessu líka síðani.
Seinnu árini hava nógvir kunoyingar keypt uppflettingarlimirnar frá hvør øðrum, men onkur er tó, sum enn hevur hildið gamla siðin at bera eigararnum sín bógv, tjógv, hupp og so fram.
Tey sum minnast skikkin fyri mongum árum síðani, minnast eisini at hetta var ein dagur har flestu hús fingu vitjan og var hetta eitt gott høvi at slætta sjógvar, um onkur hevði verið nóg so málskur á fjalli, tí nú var alt slíkt frá fjallgonguni gloymt og tosað var meira um seyðin, hvussu hann var fyri til veturin og hvussu heystið og ræsta kjøtið royndist.
Dagurin bleiv soleiðis hildin í hvørjum húsi fyri seg. Men ætlanin er nú eisini at gera eina felagsveitslu í bygdahúsinum í Kunoy, um so er at undirtøkan verður nóg góð.




