“Tað eru fleiri hús í Kunoy við pensjónisti búsitandi, sum ikki hava bil og ei heldur koyrikort, og so eru tað eisini fleiri pensjónistar sum hava koyrikort, men sum mugu endurnýggja tað á hvørjum ári. Hesi verða illa fyri, um vit missa bussleiðina.” Tað sigur ein kunoyingur, sum Norðlýsið hevur tosað við, men sum ynskir at vera ónevndur.
Hann skilir væl, at tað er trupult at hava eina rutu koyrandi, tá kanningar vísa, at tað eru fá sum brúka rutuna, men fyri hesi fáu kann rutan vera sera týdningarmikil.
“Alt kann ikki roknast út í pengum. Vit kunnu til dømis ikki niðurleggja allar rutur hjá Strandfaraskipum Landsins, sum ikki geva yvirskot,” sigur hann.
Kunoyingurn dugir væl at síggja, at tað kann vera trupult at finna eina loysn á málinum, men hann er tó sannførdur um, at loysnin má finnast meðan rutan enn koyrir, tí verður hon niðurløgd, so kemur hon ongantíð aftur, og tað kann vera sera óheppið fyri pensjonistarnar í bygdini.




