Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kurt aftur við KÍ

Jóhann Lutzen

Seinnu árini hevur KÍ gjørt nógv burturúr at fáa teir eldru leikararnar út á vøllin til serligar dystir. Í juli mánað verður dystur ímillum leikarar, sum vóru aktivir í 80 árunum og 90 árunum

Seinnu árini hevur KÍ gjørt nógv burturúr, at fáa teir eldru leikararnar út á vøllin til serligar dystir. Í juli mánað verður dystur ímillum leikarar, sum vóru aktivir í 80 árunum og 90 árunum

Leygardagin 21. juli verður aftur møguligt at síggja Kurt Mørkøre tørna út fyri sítt barndómslið. KÍ skipar fyri serligum dysti har leikarar, sum vóru aktivir í 80 árunum og 90 árunum, enn einaferð sleppa á vøllin at vísa hvør dugur er í teimum. Talan verður um tvey blandaði lið.

Kampformurin sigst at verða misjavnur hjá leikarunum og dópsbrævið ger ivaleyst eisini sítt til trek bein, skroypilig knø og linar hælsinur. 

Kurt Mørkøre gleðir seg at spæla dyst aftur í KÍ blusuni og spurdur um hansara kampform er svarið stutt og greitt: “Eg rann ongantíð nakað serligt tá eg spældi, so eg fari nokk at klára meg”. 

Dysturin verður 21. juli í Klaksvík. Nærri kunning seinni. 

Myndina hevur Símun á Høvdanum tikið. 

Harleywoodpaint