Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kurt fegnast um at ein lokalur leikari tekur hansara málmet

Jákup Ósá

Páll A. Klettskarð tók einsamallur metið í KÍ fyri flest mál í landskappingini, tá hann í dag skoraði fyrra málið móti EB/Streymi.

 

Ein æra

Kurt Mørkøre hevur í nógv ár átt metið fyri KÍ. Hann skoraði sítt síðsta mál fyri KÍ í 2005, tá hann spældi sítt síðsta kappingarár í KÍ.

– Tað hevur verið ein æra at havt metið í so nógv ár. Eg havi nú bíðað eftir, at Páll A. Klettskarð skuldi náa metið, sigur Kurt Mørkøre við Norðlýsið. Hann sigur, at hann hevur tú ikki hugsað so nógv um metið.

 

 

Gott at ein lokalur tekur metið

Kurt fegnast um, at metið nú verður tikið av einum lokalum leikara.

– Eg eri glaður fyri, at tað er Páll A. Klettskarð, sum tekur yvir. Páll er ein fantastiskur leikari og so umboðar hann Klaksvík og Norðoyggjar uppá ein góðan máta. At tað var ein lokalur leikari, sum tekur metið kann ikki vera betri, sigur Kurt Mørkøre við Norðlýsið.