Altjóða kanningar vísa, at tey lond, ið hava ta hægst útbúnu arbeiðsmegina, teljast millum heimsins ríkastu lond.
Skulu Føroyar gerast ein av heimsins ríkastu tjóðum, er neyðugt at raðfesta útbúgving.
Onki hús er sterkari enn grundin. Tí vil Javnaðarflokkurin raðfesta fólkaskúlan, og lagt verður upp til, at játtanin til fólkaskúlan verður hækkað í komandi valskeiði.
Javnaðarfloksins tilmæli er ein fleirstreingjaður eyka innsatsur, sum skal lyfta føroyska fólkaskúlan upp á eitt hægri støði. Javnaðarflokkurin hevur m.a. hesar ætlanir:
Læraraútbúgvingina skal umskipast soleiðis, at talan gerst um eina kanditatútbúgving á universitetsstøði.
Verandi lærarar skulu regluliga á skeið/ endurútbúgving fyri at dagføra yrkisførið, og tað skal vera ein beinleiðis skylda hjá skúlaleiðslunum at senda lærarar á skeið, um tørvur er á hesum. Soleiðis fáa vit betri lærarar, lærarin fær betri møguleikar, og harvið kunnu vit eisini seta størri krøv til fólkaskúlan.
Neyðugt er at økja um føroyska tilfarið í skúlanum, soleiðis at næmingarnir altíð hava dagført føroyskt tilfar.
Lærarar tykjast vera samdir um, at stóri trupulleikin er, at lærarin hevur ov lítla tíð til hvønn einstakan næming.
Ein loysn kundi verið at býtt skúlaflokkarnar í smærri eindir, men royndir og gransking vísa, at størri flokkar í veruleikanum virka betur enn smærri flokkar.
Tí vil Javnaðarflokkurin loysa henda trupulleikan við at seta á stovn eina tvílæraraskipan fyri 1. flokk. Í 1. flokki læra næmingarnir m.a. grundleggjandi amboðið, at lesa, sum er ein fyritreyt fyri nærum øllum øðrum lærdómi, og tí er tað av serliga stórum týdningi í byrjunarundirvísingini, at lærararnir hava stundir til allar næmingar. Málsetningurin skal vera, at allir næmingar duga at lesa lættar tekstir, tá teir eru lidnir við 1. flokk.
Um undirvísingin ikki er nøktandi, nyttar hvørki at senda børnini í skúla eitt ár fyrr ella at økja um tímatalið. Nú mugu vit fyrst raðfesta kvalitetin og síðani kvantitetin!
Vit skulu hava ein góðan fólkaskúla. Børnini eru okkara framtíð. Fáa tey góðan førleika í skúlanum, er tað við til at tryggja framtíðina. Foreldrini skulu kenna seg trygg við, at teirra børn ganga í einum fólkaskúla, har tey læra tað, tey skulu.
Spurningurin er tí ikki, um vit hava ráð, spurningurin er heldur, um vit hava ráð at lata vera.
Gott val!
Aksel V. Johannesen,
valevni hjá Javnaðarflokkinum.




