Fyri umleið viku síðani var Kvannøy á Pollinum og tók Boga Rasmussen og Esmar Jacobsen, umborð. Teir fóru við sum eygleiðarar fyri Christian í Grótinum, sum skal yvirtaka skipið.
Ídag sigur Bogi Rasmussen, at teir eru á veg inn við 2150 tonsum av svartkjafti í lastuni.
Jón Rasmussen frá Christian í Grótinum sigur, at teir rokna við at yvirtaka skipið seinast í marts mánaða. Tá skulu vit gera ymiskar broytingar á skipið, tí vit ætla at pumpa fiskin inn á reyvini ístaðin fyri at pumpa hann inn á síðuni, sum skipið ger ídag.
Kvannøy verður kanska klárur somikið skjótt, at vit fáa testa skipið við svartkjaftinum, áðrenn makreltíðin byrjar, sigur Jón Rasmussen, skipari.
Kvannøy verður í Ålesund ímorgin tíðliga.




