Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kveikja størri áhuga fyri Føroya Óðalsfelag

Tíðindaskriv

Kveikja størri áhuga fyri Føroya Óðalsfelag, í Skálanum í Klakksvík sunnudagin kl. 17.

Kveikja størri áhuga fyri Føroya Óðalsfelag, í Skálanum í Klakksvík sunnudagin kl. 17.

Føroya Óðalsfelag vil gerast meiri sjónligt, nú ágangurin í bø og haga gerst størri og størri. Samtíðis sum krøvini alsamt økjast í samband við matvøru framleiðslu. Nú nýggja matvørulógin er komin í gildið.

Í hesum sambandi fer Óðalsfelagið, at skipað fyri fundum við ymiskum aktuellum evnum.

Hetta fyri betur at varpað ljós á støðuna, sum hon í veruleikanum er.

Fyrsti fundurin verður, sunnudagin 31. maj, í Skálanum í Klakksvík. Har fer Mortan í Hamrabyrgi, at verða gestarøðari. Mortan fer at greiða frá, um føroyskan mat, nú nýggja matvørulógin er sett í gildið, og hvat onnur lond gera.

Eftir at almenni fundurin er liðugur, hevur Føroya Óðalsfelag aðalfund.