Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
, , ,

KvF í samtalu við Samuel Rachlin

Dávur Winther

Samuel Rachlin: Kríggið í Ukraina avdúkar ein nýggjan stórpolitiskan veruleika

Birita Matras Petersen gjørdi samrøðuna við danska tíðindamamannin og rithøvundin, Samuel Rachlin, sum er føddur í Sibiria í 1947, gekk trý ár í skúla har, áðrenn henn flutti til danmarkar, 10 ára gamal.

Kríggið í Ukraina hevur broytt heimsmyndina, og vit síggja hvussu geopolitikkur virkar í hesum døgum millum stórveldini, sigur Samuel Rachlin, danskur tíðindamaður.

– Tað er geopolitikkur millum USA og Russland – við Kina í bakgrundini – sum vit eru vitni til, og vit hava ikki staðið í líknandi støðu síðan Seinna heimsbardaga, sigur Samuel Rachlin.

Tað sigur Samuel Rachlin, sum er danskur journalistur, sjónvarpsvertur og rithøvundur. Hann er føddur í táverandi Sovjetsamveldinum og hevur í mong ár arbeitt við russiskum og altjóða viðurskiftum.

Hann hevur brúkt stóran part av síni tíð upp á at greina kríggið, sum hann lýsir sum eitt vendipunkt í evropeiskari og altjóða søgu. Hann heldur, at Russland førir eitt brutalt kríggj móti Ukraina, meðan vesturheimurin hevur havt trupult við at svara aftur.

Rachlin vísir eisini á, at geopolitisk spenningur í dag ikki bara snýr seg um Russland og Ukraina, men eisini um USA og Evropa – og at vit standa í einari støðu, sum minnir um ta undir Kalda krígnum.

Hann harmast serliga um, at mótstøðan í Russlandi hevur verið lítil, og sigur, at vanligir russar eisini bera ábyrdina fyri, at Putin sleppur at halda fram.

Hoyr eina longri samrøðu her

Harleywoodpaint