– Vit loysa um 20 tíðina og fara til Íslands har vit hava kvotu, upplýsir Mikkjal Pauli Lamhauge skipari á Kvikk
Kvikk hevur ligið við bryggju í nakrar mánaðir, men fer í kvøld undir Ísland at royna. Hetta er fyrsti túrurin hjá Mikkjal Paula sum skipari. Hann hevur verið stýrimaður á línuskipum fyrr.
Tá vit vitjaðu um 16 tíðina vóru onkrir smiðjubilar at síggja við bryggjuna. Fleiri mans sóðust arbeiða umborð.
Teir eru 14 mans umborð á Kvikk.




