Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kviksilvur ávirkar sambandið millum kontitión og sálarheilsu

Helgi Abrahamsen

Tað hevur leingi verið kent, at likamlig venjing ávirkar sálarheilsuna hjá ungum fólki, men nú vísir ein føroysk kanning, at kviksilvur í móðurlívi ávirkar hetta sambandið.

Tað hevur leingi verið kent, at likamlig venjing ávirkar sálarheilsuna hjá ungum fólki, men nú vísir ein føroysk kanning, at kviksilvur í móðurlívi ávirkar hetta sambandið.

Samband er millum likamliga venjing og sálarheilsu hjá ungum fólki, og hetta sambandið ávirkast av kviksilvuri í móðurlívi. Tað stendur í einum grein, sum Pál Weihe, yvirlækni og professari á deildini fyri Arbeiðs-og almannaheilsu, skrivaði í “Environmental Health Perspectives” í farnu viku.

Í greinini verður víst á, at tað er eitt samband ímillum, hvussu væl tey ungu kláraðu seg í sálarfrøðiligu kanningunum og hvussu væl tey kláraðu seg á konditiónssúkkluni.

“Hetta samband er longu kent í vísindaligum bókmentum, men tað kom tó óvart á okkum, at vit eisini funnu eitt samband millum kviksilvur í móðurlívi og nevnda samband millum konditión og andsførleika,” sigur Pál Weihe.

“Vit funnu nevniliga, at hjá tí triðinginum, sum hevði verið fyri mest kviksilvuri í móðurlívi, var onki samband millum konditión og andsevni. Men tað funnu vit hinvegin hjá teimum báðum triðingunum, sum høvdu verið fyri minni kviksilvuri, áðrenn tey komu í heim,” sigur hann.

Hvør orsøkin er til hetta er framvegis ógreitt.

“Ein møguleiki er, at eiturevnið methylkviksilvur ávirkar heilakyknurnar tíðliga í fosturbúningini, so at førleikin hjá heilakyknum at ávirkast av konditiónini verður darvaður. Ella sagt á annan hátt – møguliga ávirkar kviksilvurið upprunakyknurnar soleiðis, at tær seinni ikki hava førleikan at ávirkast av iltupptøkuførleikanum í kroppinum, íroknað heilan,” sigur Pál Weihe.

Kanningar bæði í Føroyum og Danmark

Av tí at nógvir føroyingar í tjúgunum búgva uttanlands hevur verið neyðugt at gera kanningararbeiðið bæði í Føroyum og uttanlands.

“Kanningarnar fóru fram bæði í Havn og í Valby, á sálarfrøðistovuni hjá Fróða Debes, sum saman við Arna Ludvig stóð fyri tí sálarfrøðiliga kanningararbeiðinum. Maria Skaalum Petersen, PhD og Jónrit Halling, PhD gjørdu konditiónskanningarnar,” sigur Pál Weihe.

Harleyfacadeacryl