Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinna og stýrimaður á Ternuni

John William Joensen

Um tú fert á brúnna á strandfaraskipinum Ternuni, so skalt tú ikki vera ovfarin um tú sært eina kvinnu við róðrið.

29 ára gamla Malena Sivertsen úr Norðdepli er nevniliga stýri-maður á síni vakt.
Seinasta leygardag, var Norðlýsið ein túr á brúnni á Ternuni á veg til Klaksvíkar, har vit hittu Malenu Sivertsen, ið er stýrimaður á sínari vakt umborð.
Malena sigur, at henni dámar arbeiðisplássið sera væl. Umborð á Ternuni er sera gott at vera og eg haldi at tað er minst líka gott at arbeiða ímillum mannfólk sum konufólk, tí eg kenni at her umborð eru ikki so nógvar klikur ímillum mannfólkini, sum kanska høvdu verið, um manningin bert var kvinnur.
Eftir loknan 10 flokk, fór Malena á HT á Tekniska sjúla í Klaksvík, síðani fór hon við Nærabergi, har hon var ein av manningini í sløk tvey ár. Hóast eg ikki hava gjørt nakað serligt við at verið á floti ella á útiróðri, so dámdi mær væl at egna tá eg var yngri. Eg havi altíð havt hug til sjógvin, eisini sjálvt um eg eri ring av sjóverki og tíðin við Nærabergi fekk meg at fara á Sjófartsskúla fyrst og síðani til Skipsførara, har eg tók prógv í desember 2004.
Sjálvandi, Ternan og Dúgvan gevast tá Norðoyatunnilin letur upp og tí eri eg farin at leita mær eftir onkrum øðrum og í løtuni eri eg í ferð við at søkja inn í handilsflotan, eg kundi væl hugsa mær at koma út í heim at síggja meg eitt sindur um.
Uppá fyrispurning okkara um mann og børn, sigur Lena, sum Malena vanliga verður kallað: "Tað taka vit eisini tá tann tíðin kemur".