Klaksvík
14,6°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnan á brúnni

Jákup Ósá

Malena Sivertsen úr Norðdepli hevur í fleiri ár starvast sum stýrimaður og ofta sum einsamøll kvinna umborð á ymiskum skipum. – Tað venur man seg við, sigur hon, sum í løtuni starvast í oljuvinnuni í Noreg.

Malena Sivertsen úr Norðdepli hevur í fleiri ár starvast sum stýrimaður og ofta sum einsamøll kvinna umborð á ymiskum skipum. – Tað venur man seg við, sigur hon, sum í løtuni starvast í oljuvinnuni í Noreg.

Malena Sivertsen starvast í løtuni sum stýrimaður hjá skipinum North Sea Giant. North Sea Giant er frálands veitingarskip í oljuvinnuni í Noreg. Skipið er 161 metrar langt og 30 metrar langt. Tað er ikki so øgiliga vanligt, at kvinnur eru á sjónum í 2013, men fleiri dømir finnast tó.

Byrjaði við Næraberg

Malena sigur, at hon altíð hevur havt áhuga fyri sjólívinum. Í 2000 kom Næraberg til Føroyar at fiska svartkjaft, og har sluppu konufólk við.

– Í 2000 fór eg við Næraberg, men áðrenn tað hevði eg arbeitt fisk í bæði Íslandi og Føroyum. Men tað var í 2000, at mín lívsleið á sjónum byrjaði. Næraberg var tá einasti møguleiki hjá konufólkum at royna seg á sjónum. Eg minnist, at fyrsta túrin vóru 5-6 konufólk umborð. Har kann eg nevna Anju Petersen, Barbaru Biskopstø og Marit Mikkelsen. Mær dámdi væl, men eg var rættuliga ring í sjóverki fyrstu tíðina. Annars riggaði tað væl og konufólkini stóðu einki aftanfyri viðv. arbeiði í fabrikkini, har allar stóðu við maskinurnar fyrstu tíðina. Seinni blivu fleiri fluttar til onnur pláss umborð og onkur bleiv t.d. formaður í fabrikkini. Vit høvdu ikki roynt nakað annað, men mannfólkini søgdu, at tað bleiv ein annars stemningur umborð enn vanligt er umborð á fiskiskipum, sigur Malena.

Bleiv skipsførari

Malena var við Næraberg í eina tíð, men velur í 2001 at fara í skúla.

– Í oktober í 2001 byrjaði eg uppá skiparaútbúgvingina. Í 2004 var eg so útbúgvin skipsførari. Í flokkinum vóru bara mannfólk, men tað haldi eg ikki var nakar trupulleiki, og eg vandi meg við tað. Skiparaútbúgvingin er ikki ein útbúgving, sum konufólk skulu ræðast yvirhøvur. Ert tú t.d. væl fyri innan rokning, so er tað eingin trupulleiki, heldur hon. 

Eftir lokna útbúgving fer Malena at sigla farmasigling við Magn sum dekkari. Hetta fyri at fáa neyðugu siglingstíðina fyri at fáa vinnubræv. Í 2006 byrjaði hon at starvast umborð á Dúgvuni, ið tá sigldi sínar seinastu mánaðir um Leirvíksfjørð, sum fyrsti kvinnuligi stýrimaður hjá Strandferðsluni nakrantíð. Seinni sigldi hon við Teistanum í eina tíð. Í 2006 fer hon at sigla við konteynaraskipi hjá Maersk.

Í 2008 eru boð eftir Malenu sum undirvísari.

– Í 2008 bleiv eg biðin um at koma at undirvísa á Trygdarmiðstøðini og valdi at taka av, tí eg helt tað vera spennandi. Meiningin var at vera har í 1 ár, men tað bleiv nakað longri. 

Spennandi uppgávur

Í dag arbeiðir Malena sum stýrimaður við North Sea Giant, sum er norskt veitingarskip í oljuvinnuni. Malena sigur, at uppgávurnar hjá skipinum fyrst og fremst eru at gera ymiskar verkætlanir á botninum í sjónum.

– Vit eru nærum bara í norðsjónum. Vit fáa ymiskar verkætlanir at gera og fyri tað mesta er tað arbeiðið á botninum, sum vit fáa. Tað kann t.d. at leggja kaplar út og t.d. at grava ymiskt í botninum.  Umborð eru vanliga 100 fólk, har vit ganga í 12-12 vaktum. Mín dagligdagur á brúnni varðar fyrst í 6 tímar, áðrenn man fær matarsteðg í hálvan tíma fyri síðani at arbeiða restina av vaktini. Á brúnni skulu altíð tveir stýrimenn vera, tá arbeiðið er. T.d. tá vit liggja “DP”, sum vit kalla tað. “DP” er ein telduskipan sum ger, at skipið liggur har, sum tað skal. Tá er annar av stýrimonnunum bundin av hesi skipanini, meðan hin ger annað arbeiði, har tað serliga er pappír arbeiði, sum fyllir nógv, sigur Malena um dagligu arbeiðið umborð.

Hon sigur, at skipanin umborð er tann, at hvør einstakur er 4 vikur umborð og 4 vikur heima.

Framtíðin

Malena siglir í løtuni hjá norska reiðarínum North Sea Shipping, har hon hevur verið í eitt gott ár. Síðani 2011 hevur Malena verið partur av oljuvinnuni, og tað er hetta, ið henni dámar best.

– Tað eru fáir møguleikar í Føroyum fyri spennandi arbeiðum og góðum skipanum. Hetta sum eg geri nú dámar mær sera væl, og reiðaríið fær nýtt skip um eitt ár. Tí skipinum skal eg møguliga verða partur av og tað er altíð spennandi at verða partur av verkætlanum við nýggjum skipum, tí tað havi eg roynt fyrr. Tað krevur nógv og er læruríkt. Sjálvandi saknar man nakað av tí sosiala føroyska lívinum, men umborð hjá okkum eru 6 føroyingar og vit tosa altíð saman í eitt nú kaffi steðginum. Tá er tað bara prát um føroysk viðurskifti og annars hava vit gott internet samband, har eg t.d. lesi Norðlýsið og aðrar portalar hvønn dag umframt, at vit hava fría telefon umborð. So møguleikarnir fyri at fylgja við, hvat fyriferst heima, eru góðir, sigur Malena Sivertsen at enda.

Harleyfacadeacryl