Leygardagin verður KÍ-høllin enn einaferð karmur ein spennandi hondbóltsdyst. Tá skal triðja og avgerðandi FM-finalan millum Stjørnuna og Neistan leikast.
Dysturin verður bríkslaður í gongd
kl. 14:00.
Tað bleiv kunngjørt í KÍ-høllini beint eftir at “gysarin” millum Stjørnuna og Neistan var av, at triðja og avgerðandi FM-finalan verður leygardagin kl. 15:00.
Hetta var eisini upprunaliga skráin, men av tí at Neistin eisini er í FM-finaluni hjá monnum, har mótstøðuliðið er StÍF, og næsta FM-finalan millum tey bæði liðini verður á Strondum leygardagin kl. 16:00, hevur HSF ásett, at dysturin millum Stjørnuna og Neistan verður framskundaður til kl. 14:00.
Vit kunnu bara gleða okkum til enn ein spennandi dyst, og heita vit á norðoyingar um at møta fjølmetir og í góðari tíð til dystin, so at stuðulin til stjørnukvinnurnar verður uppaftur størri, enn hann var hósdagin.
Koyr á Stjørnan!!




