Harley
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnukórið Suð: Væl vitjaðar konsertir

(Norðlýsið ÍTROTTUR)

Leygardagin hevði Kvinnukórið Suð konsertir í Miðvágs og Gøtu kirkjum, har kórið framførdi partar av verkinum Messias eftir Händel.

Konsertin í Miðvágs Kirkju byrjaði kl. 16:00, og tann í Gøtu Kirkju var kl. 20:00.

Bæði í Miðvági og í Gøtu vóru konsertirnar væl vitjaðar.

Eins og í fjør, tá ið Suð hevði jólakonsertir, hevði Jóhannes Andreasen klaverfylgispælið, og harumframt spældi hann eitt tónleikastykki eftir Bach.

Tónleikaverkið MESSIAS er eitt oratorium av Georg Friedrich Händel. Verkið er í 3  høvuðspørtum, sum hvørt inniheldur fleiri stykki (sastsir, kór, ariur …).

Annar partur av verkinum endar við kenda Halleluja kórinum, og teir flestu satsirnir, sum Suð sang á hesum konsertunum, eru úr hesum partinum.

Solorøddirnar á konsertini áttu: Tóra við Keldu, Steinvør Fonn, Unnur Sjúrðardóttir Fonn, Hallgerð Brim og Assa Færø.

Sangararnir í Suð eru: Alvilda Mørkøre, Assa Færø, Ásla Fonn, Ásvør Dam Lassen, Carla Josenius, Elsa Maria Andreasen, Erla Petersen, Fríðborg Klein Jacobsen, Gunvá við Keldu, Hallgerð Brim, Henny Gerðalíð, Hildegunn Hansen, Jenny Johannessen, Joy Simonsen, Jónfríð Foldbo, Malan Heinadóttir Hansen, Nicolina Rubeksen, Simona Johannesen, Sólgerð Johnsdóttir Færø, Súsanna Danielsen, Tove Vitalis, Tóra við Keldu og Unnur Sjúrðardóttir Fonn.

Frásøgufólk á konsertunum var: Sunniva Østerø.

Kórleiðari í Kvinnukórinum Suð er Steinvør Fonn.

Harleyfacadeacryl