Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnukvøld í Skálanum fríggjakvøldið

15p á Klaksvíkar HF-skeið

Til frama fyri námsferð hjá 15p á Klaksvíkar HF-skeið. Nú verður tað her! Nemliga! Eitt kvinnukvøld fyri teg og tínar vinkur. Hetta verður tað nógv eftirspurda kvinnukvøldi. Her verður alt møguligt á skránni, bæði fyri eygu, oyru, nøs, munn, hendur og anlit. Alt tú kanst hugsa tær til eitt gott kvøld við bindiklubbanum!

Til frama fyri námsferð hjá 15p á Klaksvíkar HF-skeið. Nú verður tað her! Nemliga! Eitt kvinnukvøld fyri teg og tínar vinkur. Hetta verður tað nógv eftirspurda kvinnukvøldi. Her verður alt møguligt á skránni, bæði fyri eygu, oyru, nøs, munn, hendur og anlit. Alt tú kanst hugsa tær til eitt gott kvøld við bindiklubbanum!

Kaffe, te og køku søla. – eisini hava vit barrsølu! Lutaseðlasøla verður við flogferðaseðli frá Fonn Flog sum høvuðsvinning og prýði frá Floru sum vinning nummar tvey.

Bæði Avera Vælvera og Naomi.fo hava sølubás á staðnum. Atgongumerkir komin út í handlarnar. Atgongumerkir kunnu keypast á 200kr í Kiosk 700 og Cheap í Klaksvík, og í Válgarinum á Viðareiði. Eisini er møguligt at bíleggja sær atgongumerki á telefon +298 250274.

Hevur tú ognað tær atgongumerki? Um ikki – ger tað nú!

Prísurin fyri atgongumerki við dyrnar verður 225kr, so bílegg tær eitt atgongumerki nú, og fá tað bíligari.

Set kross í kalendarin!

– Eitt ógloymandi kvøld í Skálanum í Klaksvík!

Avslátturin, ið stendur á atgongumerkinum: Tit fáa ikki avsláttur upp á sjálvt atgongumerki við at keypa tað í Cheap ella Avera Vælvera, og hvørki Cheap ella Avera Vælvera hava sølu á kvinnukvøldinum, har tit fáa avsláttur við atgongumerkinum.

Tað, ið tað meinast við er: Tit kunnu fara inn í Cheap ein vanligan gerandisdag eftir tiltakið, og so keypa tykkum okkurt lekkurt plagg, og fáa 20% í avsláttri av tí. Tað sama er við Avera Vælvera – fáa 20% í avsláttur upp á eina lekkra vakurleika viðgerð.

Vit bjóða eisini ein lekkran vælkomstdrykk og ølsmakking upp á jólabryggj – við í atgongumerkinum!

Sì skrá niðanfyri

18:30 Dyrnar og kafesøla lata upp

19:30 Søla av atgongumerkjum steðgar og vit bjóða vælkomin!

19:40 “Kvinna í millum kvinnur” v/Sigbritt við Neyst, sálarviðgerði

20:10 Makeover v/ Salong Madonna

20:40 steðgur 21:00 Mótasýning v/ Cheap

21:20 Mótasýning v/ Vima

22:00 Steðgur

22:30 “Heimurin hjá Andy” – hugleiðing v/Andras Sólstein

22:45 Jens Marni spælir

01:00 Barr- og kafesøla heldur uppat