Í kvøld spælir kvinnulandsliðið í fótbólti venjingardyst ímóti smádreingjunum hjá KÍ. Dysturin verður í Klaksvík í kvøld kl. 19.30
Kvinnulandsliðið fyrireikar seg til EM-kapping, sum verður spæld í Makedonia um ein góðan mánað. Umframt venjingarnar eru eisini onkrir venjingardystir á skránni, og tann fyrsti verður í Klaksvík í kvøld.
Kvinnulandsliðið, sum er mannað við fleiri spælarum úr KÍ, spælir ímóti KÍ smádreingjum, og dysturin verður kl. 19.30




