Álvur Hansen, kvinnulandsliðsvenjari hevur tikið út A-landsliðið, sum í døgnum 10. – 15. mai skal luttaka í eini vinarkapping í Luxembourg, og av teimum 18 eru 6 úr KÍ.
Tað sæst aftur á besta føroyska kvinnulandsliðnum, at KÍ er fremsta felag í landinum, tí felagið er – ikki óvæntað – væl umboðað á landsliðnum.
Í hesi nýggjastu úttøkuni eru fylgjandi leikarar úttiknir:
Úr KÍ:
Rannvá Andreasen,
Ragna Patawary,
Doris í Garði,
Olga Kristina Hansen,
Elsa Maria Simonsen og
Malena Josephsen
Úr Valur (Ísl.)
Randi Wardum (er júst farin frá KÍ til Íslands at leika)
Úr Skjold (DK):
Annelisa Justesen
Úr AB:
Asta Magnussen og
Elin Katrina Haraldsen
Úr B36:
Heidi Sevdal,
Rakul Magnussen og
Rúna Højgaard
Úr Skála:
Fríðrún Danielsen
Úr Víkingi:
Rósa Magnussen,
Anna Kristina Joensen og
Hanna Isaksen
Úr B52 (DK):
Steintóra Joensen
Leikt verður ímóti Kazaksthan, Letlandi og Luxembourg.
Liðið fer úr Føroyum 8. mai og verður aftur 16. mai.




