Føroyska kvinnulandsliðið settið eitt flott punktum í kappingni í Luxemburg í kvøld við at vinna 4-2 á vertslandinum
Norðlýsið fekk samband við Ragnu Patawary í kvøld. Ragna sigur, at tað gekk væl í kvøld ímóti Luxemburg. Føroyska kvinnulandsliðið vann ein tryggan 4-2 sigur ímóti vertunum úr Luxemburg. Sostatt hevur liðið ongan dyst tapt í hesi kappingini tær leiktu javnt 0-0 í fyrsta dystinum ímóti Kazakstan, vunnu 4-2 á Letlandi og sum sagt eisini sigur 4-2 í kvøld ímóti Luxemburg.
Í kvøld skoraðu Rannvá Andreasen 2, Malena Josephsen 1 og Heidi Sevdal 1.
Føroyska landsliðið endaði sum nummar tvey í kappingini tí Kazakstan hevði betur málúrtøku, segði Ragna Andreassen at enda úr Luxemburg.
Málúrtøkan hjá okkum var 8-4 ímeðan Kazakstan vann við málúrtøkuni 8-0.




