Fjóla Hilmars hevði umvegis Klakvíkar kvøldskúla eitt bindiskeið í Mikladali. Tað gav eitt serligt samanhald, tí kvinnurnar gistu á staðnum. Og tær fingu eisini nógv kreativ hugskot.
Skeiðið var um, hvussu ein kann fáa hugskot og síðani, hvussu tey kunnu bindast. Føroysku mynstrin vóru brúkt.
Fyrsta dagin var nógv teknað og hugsað um idéer. Hinar dagarnir var hildið fram við tí og arbeit við binding, hvussu eitt mynstur kan brukast til ymiska pløgg – troyggjur, putar, teppi osv. Allar kvinnurnar fingu nógvar góð hugskot og byrjaðu við minst trimum pløggum, sum tær arbeiða við í løtuni.
Hetta var eitt royndarskeið og fyrstu ferð, at Fjóla hevði skeið á bygd á henda hátt, og tað eydnaðist somikið væl, at hetta verður uttan iva tikið uppaftur.
Her er meira kunning um Fjólu:
https://www.facebook.com/FjolaDesign