… og tær eru heldur ikki verri útgjørdar enn menn – tá talan er um maktgirnd og egoismu! – Kvinnur kunnu eisini vera “skinhelligar”, demagoiskar og opurtunistiskar.
Meinhard í Mikladali, sáli,
dámdi væl at kjakast um lívsin viðurskifti og hann helt seg ikki aftur við at fara í tað ekstrema fyri at gera greitt hvat hann meinti við.
Einaferð komu vit at sita saman umborð á Ternuni.
Stúgvandi fult av fólki og vit sótu sum sild í tunnu. Borðið var gjørt til seks sitipláss, men vit trokaðu okkum saman, so tíggju mans sloppu at sita.
Nakrir skúlanæmingar frá studentaskúlanum í Gøtugjógv sótu og tosaðu um hvussu fantastisk teknologin var og hvussu ótrúliga nógv verðin var broytt seinastu árini.
– Einki er sum tað var fyrr í tíðini, segði ein av studentunum og henda útsøgn fekk neista at tendrast í Mikladalsmanninum.
– Hatta er tað royna tvætl!!, segði hann og ripaði nevan í borði.
– Skúlanæmingarnir kvukku við!
– Alt er akkurat tað saman í dag, sum tað altíð hevur verið.
– Alt er tað sama – bara uppá ein annan máta, segði Meinhard Mikladal við eldhuga – og vit sum ikki høvdu luttiki í orðaskiftinum vistu hvar hann var henni – og rætt hevði hann.
Kvinnur og menn sum politikara
Seinastu árini havi eg havt tann forrætt at fylgja politiska orðaskiftinum partvíst innanífrá og tað hevur verið ein góð og lærurík tíð.
Fyrstuferð eg var á fundi í Landsnevndini hjá Sambandsflokkinum vildi eg ikki luttaka í orðaskiftinum, men Edmun Joensen, fyrrverandi løgmaður, spurdi beinleiðis hvat undirritaði meinti um eitt ávíst mál – og tá eg bar meg undan tí at eg var so nýggjur og felagið eg umboðaði so lítið, segði hann avgjørdur:
– Allar meiningar telja eins í politiska orðaskiftinum – tað er grundarsteinurin undir demokratiinum!
Tað verður so nógv sagt í politikki – og stórur partur av tí sum sagt verður kann nevnast; politiskt gass!
– Síðani javnstøðunevndin fór til verka havi eg upplivað at ein alsamt størri partur av politiska gassinum kemur frá kvinnum við politiskum ambitiónum.
Sjálvur høvdu vit ein kvinnu sum politiskan leiðara í mong ár.
Hon var og er nógv avhildin og hon tænti flokkinum og føroyskum politikki væl – tí hon var ein dugnaligur politikari!
Hóast hon hevði onnur hjartamál enn fleiri av hennar starvsfeløgum so helt hon seg ikki aftur.
Hon var ein maktpersónur í føroyskum politikki.
Lisbeth L. Petersen var ikki bara flokksformaður í Sambandsflokkinum, men hon var eisini formaður í tingbólkinum, fólkatingslimur og tinglimur – alt í senn.
Hóast vit onnur og Lisbeth sjálv neyvan uppfata hana sum ein politikara við maktgirnd – so var hon júst ein maktpersónur – og tað var eisini misnøgd í tingmanningini um at hon sat á øllum sessunum. Eg veit væl at hendan myndin av sambandskvinnuni passar ikki so væl saman við tí, sum hon sjálv hevur ført fram um mun á kvinnum og monnum í politikki.
Tað hevur nógv fokus verið á týdningin av at fáa fleiri kvinnur uppí politikk og fram til seinasta løgtingsval gjørdu politisku lokalfeløgini eitt sera stórt arbeiði at styrkja kvinnu umboðanina.
Feløgini fóru so langt sum at nokta monnum at stillað upp fyri at náa so nær eini javnstøðu millum kynini sum gjørligt.
Tað hevur eisini verið nógv tosað um hvussu stóran týdning arbeiði hjá javnstøðunevndini og Demokrati hevur havt fyri kvinnu umboðanina á tingið.
Eg haldi tað vera spell at eingin veruliga eftirmeting er gjørd av løgtingsvalinum 2008, sum við nýggjari valskipan, jú er eitt serligt løgtingsval fram um onnur.
Sjálvur meti eg at føroyingar fyri fyrstu ferð í søguni upplivdu eitt løgtingsval har flokksleiðslur beinleiðs brúktu ódemokratiskar framferðarháttir fyri m.a. at fáa kvinnur valdar á ting.
Tað er fakta at í øllum flokkum fór ein beinleiðs útveljng fram har valevnir vóru sorteraði frá – til frama fyri kvinnuumboðanina.
Valevni sluppu ikki framat fjølmiðlum – tí tey vóru kallkyn – og listarnir vóru mannaðir út frá kyns kriteriunum.
Harafturat vóru fleiri hundratúsund krónur brúktar til nakað sum líktist eini heksajakt – at fáa kvinnur at velja kvinnur – tí tær eru kvinnur!
Síðani landsstýri varð skipað hevur ein av kvinnunum, Kristina Háfoss, landsstýrismaður í Mentamálum, útmerkað seg við at koma við útmeldingum um bygging av skúlum og annað hóast hon bert hevur verið landsstýrismaður í fáar dagar.
Samgonguleiðarin hevur verið úti og alment sett landsstýrismannin uppá pláss.
Ein sterk kvinna stýrdi Stjóra Bretlandi í 12 ár og hóast hon var kvinna so passaði hon heldur ikki inni í idalini um tann fantastiska kvinnuliga politikaran.
Mær rennur í huga orðini hjá Meihard í Mikladali og kundi kanska hóskandi umskrivað tey til:
– Kvinnur eru júst sum menn – bara uppá ein annan máta.
Nú má eingin misskilja boðskapin:
– Eg fegnist stórliga um at kvinnuumboðanin er styrkt á tingi og tað hevur alstóran týdning at kvinnur taka lutu í politiska arbeiðinum á jøvnum føti við menn.
– Hinvegin eigur politiska orðaskiftið altíð at snúgva seg um hugsjónir og ikki um hvørji vit eru.
– Flokksleiðslurnar, javnstøðunevndin og Demokratia løgdu seg eftir at fáa veljarar at velja kvinnur – tí tær eru kvinnur – og hesum eri eg grundleggjandi ósamdur í og haldi hetta vera sera óheppið fyri demokratisku skipanina.
Ístaðin fyri at játta meira pening til lýsingarkampanjur og døgurðafundir hjá javnstøðunevndini – átti tingið at sett eina nevnd mannaða av samfelagsfrøðingum, royndum politikarum og øðrum fólki við innlitið í politisku skipanina, at eftirmett løgtingsvalið 2008.
Ein útgreinin av løgtingsvalinum 2008 hevði verið áhugaverd og kundi beinleiðis verið brúkt til at takla tey vandamál, sum altíð eru í einhvørjari demokratiskari skipan.
Spurningar um fjølmiðla politikk og etik í samband við løgtingsval eru evni sum eiga at verða viðgjørd.
Eisini kundi verið kannað hvussu veljarakanningar ávirkað valúrslitið og um vit eiga at lóggeva á økinum?
Demokrati er ein søk fyri okkum øll – mann sum kvinnu.
Kvinnur sum menn eiga at vera sjálvkritisk
Nú vóni eg ikki at eg havi fornerma allar kvinnur – tað var ikki ætlanin!
– Men eg trúgvi at eitt politiskt orðaskifti eigur at snúgva seg um meiningar um øll lívsins viðurskifti – og ikki um hvørji vit eru – maður, kona, svørt, hvít, muslimar, kristin o.so.fr….
Yvirskriftin í greinini er sjálvandi ein provokerandi pástandur og hann eigur at verða settur uppmóti tí sum verður ført fram um hvussu fantastiskar kvinnur eru í politikki.
John William Joensen
Klaksvík
2008




