Harley
Klaksvík
12,5°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Kvinnur og menn hjá Mjølnir í hálvfinaluni

Jóhann Lützen

Bólkaspælið í steypakappingini er liðugt og Mjølnir hava bæði liðini við til hálvfinalurnar, sum verða leiktar í Klaksvík leygardagin 13. februar

Kvinnurnar vunnu 3-0 ígjár ímóti Ternuni og endaðu nr. 2 í sínum bólki og skulu leika móti SÍ í hálvfinaluni. Hin hálvfinalu-dysturin er millum Dráttur og Fleyr.

Menninir taptu 3-1 móti ÍF ígjár og endaðu nr. 2 í bólkaspælinum og skulu leika móti Fleyr í hálvfinaluni. Hin hálvfinalu-dysturin er millum ÍF og SÍ. 

Felags fyri dystinar hjá bæði kvinnum og monnum ígjár vóru at ungu Mjølnir leikararnir sluppu at royna seg. Eitt nýtt ættarlið er við at bíta seg fast hjá bæði Mjølnir kvinnum og monnum.