-Tað ganga vit slett ikki upp á kompromis við. Soleiðis segði Hansa Hansen, samskipari av eldrablaðnum Fyndini, í sendingini “Góðan morgun Føroyar”, sum varð send í gjáramorgunin.
Hon heldur, at tað er truplari at fáa kvinnur at vera við í miðlum enn menn. Hennara royndir eru, at kvinnur oftari enn menn ynskja sær tíð til at hugsa seg um, áðrenn tær gera av, um tær vilja vera við, og tær ynskja eisini fyrireikingartíð.
Rigmor Dam, sum eisini var við í sendingini, segði har afturímóti, at hennara royndir eru, at tað ikki er truplari at fáa kvinnur við enn menn. Hon viðurkennir tó, at kvinnur ofta skulu viðfarast øðrvísi enn menn í hesum sambandi.
Tær báðar tyktust samdar um týdningin av, at bæði kynini eru líka væl umboðað í miðlunum, og at “umboðan av kynum í miðlum” ikki skuldi verið eitt evni longur.
Í viðmerking til Norðlýsið leggur Hansa aftrat, at miðlar kunnu gevast við at viðgera umboðan av kynum í miðlunum og heldur lata tað vera ófrávíkiligt krav, at kynini eru javnt umboðað.



