Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnurnar eru fáar innan telving: Herborg er okkara Judith Polgar

(
John Færø)

Bæði í fjør og aftur í ár var Herborg Hansen einasti kvinnuligi luttakarin í Talv-FM fyri einstaklingar, sum var nú um páskirnar, og fekk hon eina serliga viðurkenning fyri hetta, tá heiðursmerkjahandanin varð eftir lokna kapping.

Tað er ikki bara í Føroyum, at kvinnurnar eru fáar innan telving, tí eisini innan heims-elituna er bara ein kvinna millum teir mongu mannligu telvararnar.

27 ára gamla Judith Polgar úr Ungarn er einasta kvinnan, sum í dag telist millum heimsins allar fremstu telvarar, men hon er eisini rættiliga dugnalig, tí í løtuni liggur hon sum nr. 10 á alheims styrkilistanum.

Og eins og Judith Polgar er einamøll kvinna í allar fremstu røð, so er bara ein føroysk genta, sum hesi bæði seinastu árini hevur luttikið FM-kappingunum fyri einstaklingar.

12 ára gamla Herborg Hansen úr Klaksvík var aftur í ár einasti kvinnuligi luttakarin í Talv-FM, har hon eisini kláraði seg sera væl í unglingabólkinum.

Herborg fekk íalt 5 stig, sum rakk til eitt lutað 7. pláss í kappingini, ið má metast sum eitt sera flott avrik.