Hóast spælið hjá 1. deild kvinnum ikki var tað besta ídag í Gøtu, so eydnaðist tað tó at vinna dystin 3-1.
Dysturin í Serpugerði í Gøtu ímillum KÍ kvinnurnar og GÍ kvinnurnar er liðugur og dysturin endaði við einum 3-1 sigri til KÍ. Norðlýsið frættir at KÍ var ikki væl mannað, tá tað fór til Gøtu, millum aðrar vóru Una og Annelisa ikki við, Poula er skadd og vóru tær tí bert 11 leikarar, sum fóru til Gøtu.
Tað gekk illa hjá KÍ at fáa spælið at hanga saman og harafturat brendu tær fleiri upplagdar og hálvar málmøguleikar. Hálvleiksstøðan var 1-1.
Málini hjá Kí skoraðu Malena, Bára og Rannvá.




