Norðlýsið var á Stongunum og segði farvæl ímorgun kl. 10, tá 1. deild kvinnur hjá KÍ fór við Dúgvuni. Tær skulu til Hollands at leika í UEFA
Hetta er triðja árið at UEFA skipar fyri Women’s cup. KÍ hevur luttikið øll árini. Kappingin byrjar við minitournaments við 4 liðum í hvørjari kapping. Umleið 35-40 lond eeru við í kappingini. KÍ skal týsdagin leika móti ensku meistarunum úr Fulham. Hósdagin verður tað Ter Leede úr býnum Sassenheim í Hollandi. Seinasti dysturin verður leygardagin móti FC Codru úr Moldova og ferðalagið verður aftur í Føroyum mánadagin í komandi viku.




