Víkingur vann illveðursdystin 3-2 á KÍ kvinnunum. Dysturin bleiv avlýstur einar 20 minuttir inni í seinna hálvleiki orsakað av veðrinum.
Tað var í veruleikanum ótrúligt at kvinnurnar hildu so leingi á, tí tað var sera nógvur vindur av útsynningi og hartil ótespuligt vátakavaavfall. Vit fingu tó at síggja nógv nýggj andlit á KÍ liðnum, so tað sær út til at vit fáa eitt spennandi og áhugavert kappingarár.
Tó tað var veteranurin, Rannvá Andreassen, ið skjeyt bæði málini fyri KÍ.
























































