Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnurnar klárar til dystin

Oliver Joensen

Ove Nysted, hjálparvenjari metir at kvinnurnar hjá KÍ kunnu væl fara at taka Fulham á bóli í kvøld. Spurdur um uppstillingina eftir taktikkfundin, sum júst hevur verið, sigur hann at uppleggið er defensivt.

Kl. 18 byrjar dysturin ímillum 1. deild kvinnur úr KÍ og Fulham , sum verfaðir Dianu prinsessu Mohamed al-Fayed eigur. Fulham er sjálvandi úr Onglandi.
Hetta er ein stór uppgáva hjá okkara kvinnum, tí Fulham, sum fyri stuttum var eitt fulltíðar professionelt lið, er styrkismett sum nr. 8 á styrkislistanum hjá UEFA, ímeðan okkara lið liggur onkustaðni í miðuni av 50 liðum.
Men Ovi Nysted er optimistiskur nú beint undan dystinum. Hann sigur at okkara fólk hava havt taktikkfund fyri løtu síðani og at allar okkara kvinnur eru klárar til dystin.
Vit spurdu eisini um uppleggið til dystin og um broytingar eru gjørdar á liðnum. Til hetta sigur Ovi Nysted, at uppleggið sjálvandi er defensivt, tí vit kenna nakað til styrkina hjá Fulham. Vit hava sæð videomyndir av dystum hjá teimum, so vit eru fyrireikaðir. Eg trúgvi uppá at vit kunnu taka øll á bóli ídag um alt gongur eftir vild.
Ongar persónsbroytingar eru gjørdar á liðnum. Men vit hava tveir ungar leikarar við, Mariu við Neyst og Anju Sjóstein, so væl kann henda at tær eisini koma inn í onkrum dysti. Tær hava ikki royndir í Europa Cup, men einaferð skulu fær byrja.
Annars letur ferðaliðið heilsa heima og siga at tey hava tað øll gott.