Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnurnar megnaðu javnleik móti Íslandi

Oliver Joensen

Áhugavert var at síggja venjingardystin hjá kvinnunum í nýggju høllini í Klaksvík ídag. Hondbóltssambandið eigur at skipa fyri fleiri slíkum dystum.

Tað er onki at taka seg aftur í, at vit føroyingar hava verið sera vánaligir, tá talan er um at skapa karmar til okkara kvinnuligu ítróttarfólk. Nógv verður gjørt burturúr kvinnuligari umboðan á tingi, men hvussu skal gangast  tið tí, tá vit niðurprioritera kvinnufótbólt, kvinnuhondbólt ja, helst felstu øki har kvinnur gera seg galdandi?
Hondbóltssambandið eigur rós fyri venjingardystirnar ímóti íslendska U21 landsliðnum. Vit vita, at íslendskur hondbóltur er frammanfyri okkara, og tí var sera hugaligt at síggja, at okkara hondbóltskvinnur megnaðu at spæla upp ímóti íslendska U-21 landsliðnum. Hóast vit vóru aftanfyri mest sum allan dystin, so vóru vit væl frammanfyri móti endanum og íslendingar vóru heppnir at fáa javnleik.
Hálvleiksstøðan var 11-12 til Ísland ímeðan endaliga úrslitið gjørdist 24-24.
Vit á Norðlýsinum ivast onga løtu í, at okkara lið hevði megna eitt betur úrslit um fleiri Stjørnuleikarar vóru við.