Tað var satt meistaraspæl, sum KÍ-kvinnurnar vístu á Djúpumýru ídag. Umaftur og umaftur spældu tær verjuna hjá FS-Vágum út.
Ikki vóru áskoðararnir nógvir til dystin hjá kvinnunum á Djúpumýru ídag og helst kemst hetta av, at dysturin als ikki var lýstur. Hetta var dystur, sum skuldi vera heimadystur hjá FS-Vágum, men sum av ymiskum orsøkun bleiv spældur á Djúpumýru.
Tað vórðu KÍ kvinnurnar sum løgdu hart út, og tær høvdu gott tak á vágaliðinum allan dystin. Áhugavert var at síggja hvussu KÍ kvinnurnar títt og ofta fullkomuliga spældu vágakvinnurnar út. Hálvleiksstøðan gjørdist 5-0 og endaliga úrslitið 9-1.
Vivian skoraði 4 mál, Rannvá 2, Malena 1, Mariann 1 og Bára 1.
Næsti dysturin hjá kvinnunum, verður eisini tann seinasti í hesum kappingarárinum, og tá kunnu tær av røkkum kalla seg føroyameistarar, hóast hetta hevur verið greitt leingi. Dysturin verður helst leiktur á Djúpumýru leygardagin kl. 15.00.




