Harleywoodpaint
Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvinnurnar vunnu 2-1 á B36 í kvøld

Oliver Joensen

Tað var ikki meira enn at 1. kvinnulið hjá KÍ knógvaði einum vælleikandi B36 liði í Havn í Kvøld.

Landskappingardysturin ímillum B36 og KÍ í 1. deild kvinnur í kvøld, gjørdist sannur gysari. Tíðliga í fyrra hálvleiki legði Jensia Sirdal KÍ á odda við einum máli. Men eftir hetta kom B36 meiri fyri seg og hinvegin megnaðu okkara kvinnur ikki at umseta møguleikarnar til mál.
Ja, til tíðir stóðu okkara kvinnur við rygginum upp at múrinum og tað endaði við at B36 javnaði til 1-1.
Men seint í seinna hálvleiki eydnaðist tað endiliga Rannvu Andreasen at leggja KÍ framum við einum góðum skoti. Endaliga støðan gjørdist sostatt 2-1 til KÍ.