Í eini tvey ár hevur Jóannis Sørensen av Viðareiði tikið myndir av himmalhválvinum, sum tað sæst úr Føroyum, serliga úr Norðoyggjum. Hann hevur treiskliga og trúgvur sitið heilar nætur uppi at fanga løtur, tá ið hválvið var serliga forvitnisligt.

Myndirnar eru tiknar soleiðis, at umframt at røkka inn í djúpa hválvið, veitst tú eisini, hvar tú ert staddur í Føroyum. Tú hevur akkersfestið her, men sleppur at njóta markleysu víddirinar í myndunum.
Alisfrøðingurin Pól Jespersen, sum er serliga kønur í stjørnufrøði, hevur arbeitt saman við
Jóannisi og greiðir í stuttum brotum frá ymiskum forvitnisligum, ið sæst á myndunum.
Bókin er á føroyskum og enskum og verður givin út í sambandi við sólarmyrkingina, tí umframt at vera ein vøkur bók, sum mong vilja eiga at njóta, so kann hon vera eitt gott minni hjá ferðafólki um stórhendingina 20. mars at taka við sær aftur úr Føroyum.
Hesa fyrstu vikuna kostar bókin kostar 248 kr. Eftir tað kostar hon 300 kr. í bókabúðunum.
Bókaframløga verður á Viðareiði í kvøld og tiltak verður í Perluni tann 19.03. Tiltakið í Perluni verður skipað við myndaframløgum saman við frágreiðingum á enskum.
Áhugað, ið vilja vita meira, ella vilja ogna sær fleiri eintøk av bókini, kunnu venda sær til Poul Guttesen,poul@sprotin.fo, tlf: 224 123.