Brot úr “Virkið heyst”- skránni mikudagin 28. september
Miðstova á Norðoya forminnissavni verður karmur um hugnaliga kvøldsetu, tá Ragnhild Ellingsgaard fer at lesa tvær kvøldarsøgur fyri børnum og seinni eina stuttsøgu fyri vaksnum.
Tak eitt teppi við, lat teg í ullintar hosur og kom niður í ferð. Bjóðað verður ein heitur temunnur og frukt til børnini.
Upplestur fyri børnum byrjar kl. 19.00
Stuttsøga fyri vaksin verður lisin kl. 21.00



