Klaksvík
11,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvøldsetur um útróður

Helgi Abrahamsen

Fríggjakvøldið 12. februar verður kvøldseta í Mentanarhúsinum í Fuglafirði, har evnið verður útróður. Tað er Frits Johannesen sum skipar fyri.

Á kvøldsetuni fara fíra útróðrarmenn at greiða frá og vísa egnar myndir á stórskýggja.

Ætlanin er at hava tiltakið tríggjar ferðir (12. og 19. februar og 1. apríl) og tað verða ikki somu útróðrarmenninir, ið verða við hvørja ferðina.

“Tað eru einir 14 – 15 útróðrarmenn ið hava játtað at verið við, so tað gongur eftir túri,” sigur Frits. “Fyrsta kvøldi verða tað Jákup Petur Jacobsen, Kaj Eli Blábjørg, Hans Petur Hansen og Samson í Lambanum, ið siga frá, og tann sum kemur til allar tríggjar kvøldseturnar, fær ikki somu søgurnar umaftur,” sigur hann.

Fer møguliga eisini til Leirvíkar og Klaksvíkar

”Nú fáa vit at síggja, hvussu tað fer at rigga her, og eydnast tað væl, so havi eg hugsað um at gjørt sama tiltakið í Leirvík og Klaksvík eisini, men so langt eri eg ikki komin við fyrireikingunum enn,” sigður Frits Johannesen.

Frits hevur fleiri ferðir áður skipað fyri kvøldsetum um seyð og seyðahald, og tá hevur undirtøkan verið sera góð. Spurdur um hann er givin við tí, svarar Frits, at tað er hann ikki.

”Mær dámar at fáast við tað fólksliga, og seyðurin verður aftur á skránni í oktober,” sigur hann.

Umframt frásagnir og myndir frá útróðri verður eisini ein drekkamunnur at fáa á kvøldsetuni.

Atgongumerki á 100 krónur vera at fáa við dyrnar.

Harleywoodpaint