Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Kvøldskúlaframsýningin væl vitjað

Txt. og myndir: Dávur Winther

 

Útvið 1000 næmingar hava gingið til ymikst í hesum skúlaárinum og var eitt vakurt og kreativt tyssi sýnt fram í Skúlanum við Ósánna í dag kl. 15:00 til 20:00 av fjølbroyttum næmingaarbeiðum.

Eftir at framsýningin av næmingaarbeiðnum varð sett, var próvhandan í Dugnaskaparroynd á skránni. Síðani greiddi Jógvan Ravnsfjall frá um ættargransking. Málninga- og fotoframsýning – Eisini var Linedansur á skrá, livandi tónleikur og so kundi tú fáa ein lagaligan kaffi- ella temunn við alskyns góðum fruktum, rótum og kakum afturvið.

Tað er ikki hissini, sum næmingar fáa avrikað ígjøgnum ein vetur í Kvøldskúlanum og Handarbeiðsskúlanum. Tó at nógv var á skránni í dag við bæði í konfermatión og steypadysti ímillum Víking og KÍ, so vóru tað rættiliga fitt av fólki, sum vildu sleppa at náa framsýningina eisini.

Erik Biskopstø, leiðari fegnast um, at undirtøkan fyri Kvøldskúlanum og Handarbeiðsskúlanum er so góð, og útvið 1000 næmingar hava gingið til ymikst í hesum skúlaárinum. – Tað eru eldhugaðir næmingar og dugnaligir lærarar, sum eiga innihaldið í Kvøldskúlanum, sigur Erik Biskopstø. 

Annars sá skráin soleiðis út:

15:00 Framsýningin byrjar

16:00 Próvhandan (Dugnaskaparroynd)

16:15 Jógvan Ravnsfjall greiður frá um ættargransking

17:00 Dansur

20:00 Framsýningin letur aftur

Livandi tónleikur verður at hoyra av og á